Felagið

Trygging

Her sært tú, hvussu børn, ung og vaksin í Kyndli eru tryggjað, tá ein vanlukka hendir undir venjing ella kapping – og hvar tú finnur skjølini, sum tú hevur brúk fyri.

Felags vanlukkutryggingin

Ítróttasamband Føroya (ÍSF) hevur eina felags vanlukkutrygging fyri virknar limir í teimum ítróttarfeløgum, sum eru knýtt at sambandinum – Kyndil er eitt av teimum. Tryggingin varð endurnýggjað 1. apríl 2018. Við vanlukku verður meint ein brádligur tilburður, sum ger likamligan skaða.

Deyðsfall 250.000 kr. Fyri børn undir 18 ár: 25.000 kr.
Varandi skaði 500.000 kr. Endurgjald, tá skaðin er varandi (invaliditetur)
Viðgerð og flutningur Upp til 5.000 kr. Kostnaður til viðgerð og flutning
Mistan inntøka Ikki við Eingin dagpeningur fyri mistan arbeiðsinntøku

Endurgjaldið verður ásett eftir treytunum í tryggingarskjalinum, sum tú finnur niðanfyri.

Hvør er tryggjaður?

Tryggingin fevnir um

  • Virknar limir í ítróttarfeløgum undir ÍSF, ið hava goldið limagjald
  • Judo og boksing – hóast vanligu treytirnar annars halda tær uttanfyri

Tryggingin fevnir ikki um

  • Kontraktarspælarar og onnur, sum eru løntir av felagnum
  • Ítróttafólk, sum kappast fyri felag uttanlands

Nær og hvar er tryggingin galdandi?

Galdandi

  • Venjing og kappingar, sum ÍSF ella eitt av sersambandum (t.d. HSF) skipar fyri
  • Vanlig ferð til og frá heimafelagnum til slíka venjing og kapping, tá hon er uttanfyri kommununa
  • Bert í Føroyum

Ikki galdandi

  • Kappingar, sum eitt felag skipar sjálvt uttan serbandið
  • Ferð til landsliðsvenjing og landsliðskappingar
  • Skaðar uttanlands

Skal lið ella einstakir spælarar av stað til stevnur og kappingarferðir uttanlands, til dømis Partille Cup, mugu tey sjálvi tekna eina egna ferða- og vanlukkutrygging, sum eisini fevnir um ítróttavirksemi. Feløgini hava sjálvi ábyrgdina av trygdarreglunum í hvørjari ítróttargrein.

Um skaði hendir

1

Boða venjaranum ella liðleiðaranum frá beinanvegin.

2

Fá viðgerð, um neyðugt – til dømis hjá lækna ella á skaðastovu.

3

Goym kvittanir og onnur skjøl viðvíkjandi viðgerðini.

4

Fyll út vanlukkufráboðanina og læknaváttanina, og tak samband við Kyndil, um tú vilt hava hjálp.

Boða skal frá so skjótt sum gjørligt. Freistin at boða frá er árið, skaðin hendi, og tvey almanakkaár afturat.

Hvør kann svara?

Hetta er ein stuttur samandráttur av upplýsingunum frá Ítróttasambandi Føroya. Neyvar og galdandi treytir standa í skjølunum omanfyri, og upphæddir og treytir kunnu broytast. Ivast tú, so tak samband við nevndina, HSF ella ÍSF.