Limagjaldið er grundarsteinurin undir Kyndli og er við til at gera tað møguligt hjá øllum bólkum – frá teimum yngstu upp til tey vaksnu – at venja og kappast, og at tryggja at øll lið hava bóltar, troyggjur og aðra neyðuga útgerð.
Upphæddin er ásett fyri hvønn aldursbólk og skal gjaldast eina ferð um árið (frá september til mai). Er meira enn eitt barn úr sama húski limur í Kyndli, er 20% avsláttur á limagjaldinum. Yvirlitið niðanfyri vísir, hvat limagjaldið er fyri hvønn bólk.
Venjarar gjalda ikki limagjald fyri sítt egna lið. Upphæddirnar omanfyri eru vegleiðandi og kunnu broytast – skriva til kyndil1956@gmail.com, um tú hevur spurningar um gjaldsmátar ella tíni egnu viðurskifti.