Kyndil er eitt sjálvboðið felag, og alt tað, ið hendir á og uttanfyri vøllin – venjingar, kappingar og dagligt arbeiði – er borið uppi av fólki, ið gevur av síni frítíð. Tí er altíð brúk fyri fleiri hondum, hvørt tað so er í eitt heilt ár ella bara eina einstaka løtu.
Tú kanst hjálpa til á nógvar mátar – til dømis sum venjari ella hjálparvenjari, sum dómari ella tíðtakari til kappingar, við at koyra lið til dystir, standa í kantinuni ella við at hjálpa til við dystum og tiltøkum.
Er tú áhugað/ur í at leggja tína orku í Kyndil – óansæð hvat tú ynskir at hjálpa við – so fyll út formularin niðanfyri, ella set teg beinleiðis í samband við nevndina. Vit taka fegin ímóti allari hjálp og vísa tær, hvar tørvurin er størstur beint nú.