Viðtøkur

Grein 1
Navn felagsins er Kyndil, og heimstaður tess er Gundadalur, Tórshavn.

Endamál
Endamálið er at spæla hondbólt og annan ítrótt og virka fyri siðmennandi ungdómsarbeiði við røttum ítróttaranda. Í felagnum ganga samanhald, lærdómur og vinnaraandi hond í hond.

Grein 2
Ein og hvør, sum góðtekur viðtøkurnar, og sum rindar tey limagjøld, sum aðalfundurin ásetir og góðtekur, kann gerast limur í felagnum. Viðtøkurnar skulu kunngerast á heimasíðu felagsins.

Grein 3
Ósømiligur atburður felagnum til niðurløgu verður ikki toldur. Nevndin sektar brot á hesa grein við karantenu upp í tríggjar mánaðir ella útliman.

Grein 4
Aðalfundurin velur nevnd felagsins, sum kann vera 5-10 limir. Nevndin skipar seg við formanni, næstformanni, kassameistara, skrivara og vanligum nevndarlimum. Aðalfundurin velur nevndina hvørt ár. Hvør nevndarlimur verður valdur fyri seg. Nevndin kann seta samskipara og smærri undirnevndir at skipa fyri virksemi í felagnum.

Grein 5
Aðalfundurin verður hildin fyrst í juni hvørt ár við hesi fundarskipan:

1. Val av fundarstjóra
2. Formaðurin greiðir frá farna ári
3. Kassameistarin leggur fram grannskoðaðan roknskap
4. Innkomin mál
5. Nevndarval
6. Ymiskt

Aðalfundurin verður fráboðaður á heimasíðu felagsins 14 dagar frammanundan og er viðtøkuførur við teimum, sum møta. Fyri at hava atkvøðurætt skal limur vera fyltur 16 ár.

Grein 6
Limafundur verður hildin hvørt ár í januar. Kallað verður inn 14 dagar undan fundinum, sum er ráðførandi.

Grein 7
Til grannskoðan av roknskapi velur nevndin góðkendan grannskoðara. Roknskaparárið er frá 1. juni til 31. mai.

Grein 8
Uppskot til viðtøkubroytingar skulu vera nevndini í hendi 14 dagar fyri aðalfund. Minst 2/3 av møttu limunum skulu vera fyri, skal viðtøkubroyting vinna frama. Øll onnur mál kunnu verða samtykt við vanligum meiriluta.

Grein 9
Eykaaðalfundur kann verða hildin, tá nevndin ella ein triðingur av limunum krevja tað. Hann má vera lýstur 14 dagar frammanundan.

Grein 10
Formaðurin umboðar felagið á aðalfundi, limafundum og eftirmetingarfundum hjá HSF, um nevndin ikki avtalar annað. Kann hann ikki møta, skal hann fáa annað umboð í staðin. Formaðurin umboðar nevndina í fjølmiðlunum, um nevndin ikki hevur avtalað annað.

Grein 11
Verður felagið avtikið, skulu ognir tess falla til ungmannaarbeiði N.I.O.G.T.s í Tórshavn.

Soleiðis samtykt á eykaaðalfundi 8. apríl 2021


 

Kunning

 
 
Myndasavn

Dronninglund 2

Stuðlar

 
 

 

Fylgið okkum

Kyndil

Kyndil varð stovnað 10. mars í 1956.

Felagið hevur vunnið 30 meistaraheitir í bestu mansdeildini og seks í bestu kvinnudeildini. Í 2014 vunnu kvinnurnar greipuna og menninir steypakappingina.

Í yngru deildunum hevur felagið vunnið hópin av FM-heitum og steypafinalum. Tilsamans hevur Kyndil vunnið 41 steyp bara síðan 2010. Tað er met.

Felagið leggur hvørt ár dent á at hava dugnaligar venjarar, ið læra spælararnar at spæla góðan hondbólt.

Vilt tú royna teg, so kom í Kyndil! Her ganga vinnaraandi, lærdómur og samanhald hond í hond!