18-05-2021 |

KOMIÐ ØLL VIÐ!

Tann 9.-13. aug. 2021 skipar Kyndil fyri “Hondbóltsskúlanum 2021”, sum er fyri børn og ung í Føroyum frá U8 - U16.

9.-10. aug.: U10 & U12 - Kostnaður 550kr
11.-12. aug.: U14 & U16 - Kostnaður 550kr
13. aug.: U8 - Kostnaður 250kr

Tilmelding:
https://forms.gle/mjebqgM2t2obSo4c9

Kostnaðurin skal rindast á kto.: 9181-498.939.4 - tilmeldingin er galdandi, tá upphæddin er rindað.

Endamálið við Hondbóltsskúlanum 2021 er, at luttakararnir fáa nakrar stuttligar og mennandi dagar saman, har hondbólturin er í miðdeplinum. Børnini og tey ungu kunnu gleða seg til góðar og skipaðar venjingar og undirvísing. Harumframt fáa tey hvør sína t-shirt og máltíðir hvønn dag. 

Venjingarnar verða skipaðar av høvuðsvenjaranum hjá kvinnum og monnum hjá Kyndli, Dragan Brljevic, sum hevur nógvar royndir innan barna- og ungdómsvenjingar. Harumframt eru vit so heppin at hava fingið gestavenjarar frá øðrum føroyskum feløgum, sum eisini koma at hava venjingar.

Øll eru hjartaliga vælkomin - tað er avmarkað pláss, so skundi tykkum :) Vit gleða okkum at síggja nógv hondbóltsfegin børn og ung til Hondbóltsskúlan 2021.

Kyndil

Aftur
18-05-2021

KOMIÐ ØLL VIÐ!