10-03-2025
|
KVINNUR OG MENN ERU DEILDARMEISTARAR
Í dag 10. mars kann Kyndil hátíðarhalda sín 69 ára stovningardag, og júst hendan dag kunnu vit staðfesta, at besta kvinnuliðið og besta mansliðið hjá Kyndli eru deildarmeistarar. Haraftrat eru kvinnurnar sum kunnugt steypavinnarar 2024/2025.
Kvinnurnar hava síðan 2014 vunnið fýra FM-heiti og seks steypakappingar, og menninir hava vunnið tvær steypakappingar. Nakrar ferðir hava kvinnurnar verið deildarmeistarar, men hetta er fyrsta ferðin í meira enn 15 ár, at kyndilsmenn hava vunnið grundspælið í landskappingini.
Kyndilsmenn hava tikið seg støðugt fram seinnu árini, og fyri kappingarbyrjan í ár søgdu venjararnir, at málið var at gerast nr. 1 ella 2 í grundspælinum. Hetta málið er nú rokkið. So er at vóna, at meira er í væntu hjá bæði monnum og kvinnum.
Vit kunnu eisini fegnast um, at Rógvi Dal Christiansen er boðsendur til dystirnar hjá manslandsliðnum ímóti Hollandi um at sleppa til EM, og at Turið Arge Samuelsen og Bjarta Osberg Johansen verða við kvinnulandsliðnum í dystunum ímóti Litava í apríl um at koma við til HM.
Fastir spælarar á kvinnulandsliðnum, sum eru uppvaksnir í Kyndil, eru eisini Súna Krossteig Hansen og Rakul Wardum.
Kyndil hevði sjey lið við í steypafinalunum við Tjarnir herfyri, og av teimum vunnu vit fýra. Á 69 ára degnum grør sostatt um gangandi fót, so enn sum áður kunnu vit siga:
Koyr á Kyndil - framtíðin er grøn! 🙂
Mynd: Álvur Haraldsen
Aftur