30-09-2024
|
Herborg er farin um sýn
Tá ið hondbóltsvenjingin hjá Kyndli byrjaði í 1973, sást ein nýggj ókend kvinna millum leikararnar. Hon kom av Toftum, og hóast hon var 24 ára gomul, so hevði hon ongantíð spælt hondbólt áður. Men kortini sást skjótt, at Herborg, soleiðis æt kvinnan, var ein fongur fyri Kyndil. Fyrst og fremst var tað á vøllinum, at hon gjørdi vart við seg tey fyrstu árini í felagnum. Hon hevði stríðsvilja, var stinn í verjuni, og hon hevði eitt gott skot. So hon var á 1. liði beinanvegin.
Men seinni skuldi tað vísa seg, at hjarta hennara veruliga brann fyri Kyndli, og hon sat í nevndini í nógv ár, harav nøkur ár sum formaður.
Tá ið nevndartíðin var farin helt hon kortini fram við ágrýtni sínum, og í fleiri ár skipaði hon saman við øðrum eldsálum, m.a. Annsy Høghamar, regluliga fyri bingo til frama fyri Kyndil. Hon spurdi ongantíð, hvat ið hon fekk afturfyri, - tað var tænastan fyri felagið tað galt. Slík fólk eru dýrgripir fyri eitt felag.
Tey fimtan árini Herborg spældi á besta liði Kyndils gjørdist tað til 117 dystir og 228 mál. Tað ljóðar kanska ikki av so nógvum, tá ið vit hugsda um dagin í dag. Men tá vóru feløgini ikki so nógv, og landskappingardystirnir tað heldur ikki. Hon var við til at vinna 2 føroyameistaraheiti, í 1975 og 1981. Tær sum vunnu FM í 1975 saman við Herborg vóru; Vema Jacobsen, Margit Frisdahl, Annsy Høghamar, Halgerð Midjord, Guðrun Dalsgarð, Marjun á Plógv, Olga Frederiksen, Guðny Eikholm, Torgerð Joensen. Í 1981 vóru tær : Andrea Nielsen, Marjun Andreasen, Halldis Poulsen, Vivian Wraae, Annsy Høghamar, Marjun á Plógv, Noomi Lindenskov, Halgerð Midjord, Guðrun Dalsgarð. Hetta var alt í árunum, tá ið kvinnurnar hjá Neistanum vóru mest sum einaráðandi, men flestu árini gjørdist Kyndil nr. 2.
Hóast Herborg gavst á 1. liði í 1987, tá ið hon var miðskeiðis í tríatiárunum, so helt hon kortini fram á lægri liðum í nógv ár aftrat saman við øðrum javnlíkum, sum hon hevði spælt saman við á 1. liði.
Herborg var løtt at samstarva við, altíð í góðum lag, men hon hevði sínar meiningar, sum hon eisini legði fram. Eitt skilafólk at samstarva við.
Lívsstarv Herborgar var sum fyristøðukvinna á vaskideildini á Landssjúkrahúsinum, har ið hon starvaðist til hon var farin væl um eftirlønaraldur. Men hennara otium gjørdist ikki drúgt. Hon gjørdist sjúk, og hósdagin 26. septembur orkaði hon ikki meira. Sama kvøldið spældi mansliðið hjá Kyndli landskappingardyst móti H71, og tað vóru tár í mongum eygum, tá ið spælarar og áskoðarar reistust og mintust hana í tøgn í ein minutt áðrenn dystarbyrjan.
Herborg gjørdist 75 ára gomul. Eftir hana situr dóttir og tvey ommubørn.
Vit í Kyndli minnast Herborg sum eina eldsál, sum var góð við felagið.
Friður veri við minninum um dámligu kyndilskvinnuna Herborg Joensen.
Aftur