03-08-2023 |

7 Kyndilskvinnur úttiknar til U17 kvinnulandsliðið

U17 kvinnur eru farnar til Aserbadjan í dag, har tær komandi vikuna skulu kappast í Wu17 European championship, sum er ein B-EM kapping.

Landsliðsvenjararnir hava úttikið 16 leikarar og harav eru 7 av teimum úr Kyndli. Ró Reginsdóttir, Joan Johannesen, Marjun Jansdóttir, Karinbeth Leonsdóttir Kjærbæk, Silja Geirsdóttir Eystberg, Gylta á Neystabø Djurhuus og Katrin Hansen.

Føroyar eru í bólki saman við Spania, Grikkalandi, Luxemburg og Ísrael. Venjarar eru Agnar Joensen og Ingi Olsen Vit í Kyndli ynskja tykkum øllum góða eydnu, drívið á røsku ungu kvinnur🤾‍♀️🇫🇴😊

Aftur