08-07-2023
|
U19 EHF Championship í Litava
Kyndil hevur fimm leikarar við í 19 landsliðshópinum, sum í næstum fara til Litava.
Kappingin verður leikt í Klaipeda í Litava í tíðarskeiðmum 10. juli – 16. juli. Føroyar eru í bólki saman við Spania, Turkalandi og Bulgaria. Venjarar eru Simon Olsen og Christoffur Gert Nielsen.
Gylta á Neystabø, Inga Maria Roysdóttir, Barbara Hammer, Karina Debes Heinesen og Hanna Jakobdóttir Dalsgarð eru úttiknar til spennandi uppgávurnar hjá U19 landsliðnum
Innleiðandi leiksskráin sær soleiðis út:
Mánadagin 10. juli kl. 12.15 Føroyar – Bulgaria
Týsdagin 11. juli kl. 12.15 Turkaland – Føroyar
Hósdagin 13. juni kl. 12.15 Spania – Føroyar.
Allar tíðir eru føroyskar.
Kyndil ynskir Gyltu, Ingu Mariu, Karinu, Barbaru og Hannu hjartaliga tillukku við úttøkuni og ynskir teimum, liðnum og venjaratoyminum góða eydnu
Koyrið á Føroyar
Aftur