16-04-2023 |

Venjaratoymið hjá Kyndli gjørt sáttmála


Komandi kappingarár vera tað David Edvardsen og Jakob Lárusson, sum fara at standa á odda fyri besta mansliðnum hjá Kyndli. David stóð á odda fyri mansliðnum hjá Kyndli í júst farna kappingarárið, ímeðan Jakob enn stendur á odda fyri kvinnunum hjá Kyndli, sum í næstum fara at leika hálvfinalu um FM heitið.

Harumframt hevur Kyndil gjørt sáttmála við styrkivenjaran Óla Hendrik av Fløtum. Óla Hendrik hevur drúgvar royndir sum styrkivenjari innan rógving, fótbólt og hondbólt.

Í Kyndli eru vit sera glað fyri at hava fingið venjaratoymið upp á pláss so tíðliga, soleiðis at fyrireikingar og venjingar til komandi ár kunnu fara í gongd longu nú.

Fyrr í vikuni bleiv kunngjørt, at Kyndilsmenn hava gjørt sáttmála við tveir danskar leikarar fyri komandi kappingarár.

Aftur