04-03-2022 |

Dragan Brljevic er í dag givin sum venjari í Kyndli

Kyndil hevur eftir áheitan frá Dragan Brljevic, venjara, í dag gjørt av at steðga samstarvinum og tað hevur við sær, at Dragan Brljevic frá í dag at rokna gevst sum venjari í felagi okkara.

Tað eru tvey ár síðan, at Dragan Brljevic kom til Kyndil. Hesa tíðina hevur hann lagt nógva orku í at menna leikararnar, hann hevur kravt nógv av leikarunum líkasum at hann hevur kravt nógv av sær sjálvum.

Meðan Dragan Brljevic hevur verið venjari hjá Kyndli, hevur hann verið raktur av sjúku, og tað, saman við øðrum persónligum viðurskiftum, hevur gjørt, at familja hansara, sum er í Svøríki, hevur havt brúk fyri honum heima. Fyrr í ár gjørdu partarnir í felag av ikki at leingja samstarvið, sum sambært sáttmálanum endar 31. mai í ár, men nú er hetta broytt til, at Dragan Brljevic gevst alt fyri eitt, so hann kann sleppa heim til familju sína í Svøríki.

Broytingin hevur við sær, at felagið gjørt avtalu við hjálparvenjararnar hjá báðum liðunum um, at teir taka á seg uppgávuna sum høvuðsvenjarar tað sum er eftir av hesum kappingarárinum. Tað vil siga, at Geir Wardum verður høvuðsvenjari hjá besta kvinnuliðnum og Bárður Johannesen verður høvuðsvenjari hjá besta mansliðnum.

Kyndil takkar Dragan Brljevic stórliga fyri hansara innsats og íkast til føroyskan hondbólt hesi tvey árini hann hevur verið í Føroyum og ynskja honum blíðan byr í tíðini sum kemur.

Felagið ger ikki fleiri viðmerkingar til venjaraspurningin.

NEVNDIN

Aftur