14-07-2021 |

AÐALFUNDUR Í KYNDLI TANN 8. JULI 2021


Aðalfundurin bleiv hildin sambært viðtøkum felagsins.

Í síni formansfrágreiðing upplýsti formaðurin m.a., at nevndin sambært grein 4 í viðtøkum felagsins hevur valt at seta á stovn tríggjar undirnevndir, har allar hava hvør sína greiðu reglugerð at virka undir. Talan er um eina ungdómsnevnd, eina stuðulsnevnd og eina ársveitslunevnd. Starvið hjá hesum undirnevndum er nærri lýst í reglugerðum, sum nevnd felagsins hevur samtykt. Nærri kunning um hesar undirnevndir kemur á heimasíðu felagsins í næstum.

Formaðurin endaði formansfrágreiðingina við vegna nevndina, at takka øllum sum á einhvønn hátt gera eitt sjálvboðið arbeiði fyri felagið, bæði í tí dagliga og til ymisk tiltøk. Ongin nevndur, ongin gloymdur.

Nevndin hevði í síni innkalling til aðalfundin sett uppskot á skrá um at geva nevndini heimild til at selja eigaralutin hjá felagnum í Gundadalshøllini. Eftir eina stutta umrøðu gav aðalfundurin nevndini heimild at selja Gundadalshøllina, Gundadalur, matr.nr. 1292g Tórshavn til Tórshavnar kommunu. Ein møgulig søla er treyta av, at hinir lutaeigararnir í L/F F.K.N, sum er eitt lutafelag við lutaeigarunum Neistin, Kyndil og Fleyr, sum eigur og rekur Gundadalshøllina, eisini ynskja at selja høllina og at semja er millum lutaeigararnar undir hvørjum treytum høllin kann avhendast.

Nevndin tók annars øll við afturvali og á nevndarfundi eftir aðalfundin skipaði nevndin seg soleiðis:

Eli Thorsteinsson, formaður
Eyðun Mortensen, næstformaður
Eyðfinn Guttesen, kassameistari
Salua Manai, skrivari
Maibritt Johannessen, nevndarlimur
Súsanna K. Hansen, nevndarlimur
Kristoffur Kristoffersen, nevndarlimur

Aftur