28-05-2021 |

BIRGIR HANSEN HØVUÐSUNGDÓMSVENJARI Í KYNDLI

Kyndil hevur í dag gjørt avtalu við Birgir Hansen um at vera høvuðsungdómsvenjari í Kyndli komandi tvey árini.

Birgir hevur drúgvar royndir sum hondbóltsvenjari og hevur m.a. verið við til at gjørt læruætlanina “Føroyski leisturin” hjá HSF saman við Dia Midjord.

Ein av høvuðsuppgávunum hjá nýggja høvuðsungdómsvenjaranum í Kyndli verður, saman við einstøku ungdómsvenjarunum, at tryggja góðsku á hóskandi høgum støði á venjingunum hjá øllum okkara dreingja- og gentuliðum til og við U16 og harvið tryggja eina áhaldandi menning av øllum okkara ungu leikarum.

Harumframt skal høvuðsungdómsvenjarin m.a. eisini vera við til at víðarimenna menningarætlanina í felagnum “Tann grøni tráðurin”.

Vit ynskja Birgiri bestu eydnu við nýggju og spennandi avbjóðingini – Framtíðin er grøn!

Aftur