10-04-2021 |

Eykaaðalfundur í Kyndli 8. apríl 2021

Á skránni var broyting av grein 4 í viðtøkum felagsins, soleiðis at tal av nevndarlimum broytist frá 4-6 til 5-10. Aðalfundurin tók einmælt undir við broytingini.

Verandi nevnd helt øll fram. Harumframt blivu Eli Thorsteinsson og Kristoffur Kristoffersen valdir sum nýggir nevndarlimir.

Eisini var stutt kunning fyri fundarfólkinum um hvussu felagið hevur skipað seg við nevnd, undirnevndum og arbeiðsbólkum.

Eftir aðalfundin skipaði nevndin seg soleiðis:

Eli Thorsteinsson, formaður
Eyðun Mortensen, næstformaður
Eyðfinn Guttesen, kassameistari
Salua Manai, skrivari
Maibritt Johannesen, nevndarlimur
Súsanna K. Hansen, nevndarlimur
Kristoffur Kristoffersen, nevndarlimur
Kristina Háberg, nevndarlimur

Á myndini sæst nýggja nevndin í Kyndli.

Aftur