15-09-2020 |

P/F Wenzel stuðlar Kyndil

Kyndil og P/F Wenzel hava gjørt avtalu um, at Wenzel verður ein av høvuðsstuðlunum hjá monnum og kvinnum tvey tey komandi kappingarárini.

Nevndin í Kyndli fegnast um, at Wenzel hevur víst Kyndli stórt álit við at vera ein av høvuðsstuðlunum.

Til tess at menna ungdómsliðini til at kappast í fremstu røð við bestu liðunum, krevst at hava góðar stuðlar. Vit eru takksom fyri at hava fingið Wenzel afturat okkara stuðlum, sigur Maibritt Johannessen, forkvinna.

Stjóri hjá Wenzel er Rúni Djurhuus, og hann fegnast um samstarvið við Kyndil og sigur, at umráðandi er fyri fyritøkuna, at stuðla hondbóltinum, sum jú hevur so stóran týdning fyri túsundtals fólk kring landið. Kyndil raðfestir ungdómsarbeiðið sera høgt, og fegnast vit um at stuðla teimum.

Á myndini: Bjørt Krossteig, leikari, Rúni Djurhuus, stjóri hjá Wenzel, Maibritt Johannessen, forkvinna í Kyndli og Jákup Jørgensen, leikari

Aftur