26-08-2020 |

HEÐIN MIKKELSEN 80 ÁR

Ein av teimum 37, sum var við til at stovna Kyndil í Losjuni leygarkvøldið 10. mars 1956, hevur stóran dag í dag – Heðin Mikkelsen fyllir 80 ár!

Heðin hevur verið trúgvur kyndilsmaður, líka síðan hann var við til at stovna felagið og spældi á besta liðnum.

Í bestu mansdeildini spældi hann 102 dystir og skeyt 133 mál. Tilsamans hevur hann í ymsu deildunum spælt ikki færri enn 580 dystir og skotið 878 mál. Heðin var eisini nevndarlimur í Kyndli frá 1974 til 1978.

Heðin er fastur fúsur í høllini framvegis, ikki minst tá besta kvinnuliðið og mansliðið kappast í finalum í FM-kappingini og steypakappingini. Spentari enn tey flestu er hann hvørja ferð.

Vit, sum hava staðið fyri felagnum farnu árini og reka tað í dag, fegnast almikið um tann stuðul, sum Heðin altíð vísir okkum. Altíð fregnast hann eftir, hvussu gongur, og er við tí góða orðinum.

Góði Heðin! Kyndil ynskir tær hjartaliga til lukku við 80 ára degnum og takkar fyri alt, tú hevur verið og ert fyri felagið!

Heilsan

NEVNDIN 

Aftur