14-02-2020 |

Trý kyndilslið kappast um steyp

Leygardagin og sunnudagin eru árligu steypafinalurnar í hondbólti. Kyndil er við í trimum finalum.

Besta liðið hjá monnum spælir ímóti H71 kl. 16.00 leygardagin, og beint aftaná spæla gentur 18 ímóti H71. Sunnudagin kl. 17.50 spæla gentur 16 ímóti Neistanum.

Mansliðið hevur ikki staðið seg nakað serligt í landskappingini, men í steypakappingini hevur liðið líkst sær sjálvum og kom í finaluna eftir tvær rimmar hálvfinalur ímóti VÍF.

Liðið er triðja árið á rað í steypafinaluni, so allir vita, hvat teir renna inn til, tá dysturin byrjar.

Hvørjar møguleikar Kyndil hevur at vinna, er ilt at siga, men tey flestu meta H71 sum stóran favoritt. Hoyvíkingar hava verið flúgvandi í landskappingini, og vinna hoyvíkingar ikki, verður tað heilt vist eitt vónbrot í Hoyvík.

Samstundis vita øll, at kyndilsmenn kunnu draga meistaraspæl fram í avgerandi dystum - eins og í finaluni í 2018, tá Kyndil vann heili 24-17 á H71 við einum framúrskarandi avriki.

Gentur 18 eru nr. 3 í landskappingini eftir Neistan og H71. Nú stendur H71 fyri tørni í steypafinluni leygarkvøldið kl. 18.00.

Kyndil hevur tapt við 4-5 málum ímóti H71 tveir dystir í landskappingini, men í steypakappingini vann Kyndil, so alt kann henda.

Gentur 16 skulu møta einum væl spælandi Neista-liði sunnudagin. Liðini møttust í 2. umfari í steypakappingini, og tá vann Neistin greitt, men nú er steypafinala, og koma okkara á rætta lagið, kann bragda.

Komið og stuðlið okkara liðum, nú møguleiki er fyri at vinna fleiri steyp!

 

Aftur