29-12-2019 |

Stórur heiður til Súsonnu K. Hansen

Í gjárkvøldið heiðraði Ítróttarsamband Føroya teimum bestu innan føroyska ítrótt. Heiðursskjal Poul E. Petersen varð latið eldsál okkara úr Kyndli, Súsonnu K. Hansen "Ussa"

Heiðursskjal Poul E. Petersen verður latið persóni, sum hevur virkað fyri at fremja føroyskan ítrótt á serstakan hátt yvir eitt longri tíðarskeið.

"Tann, sum í ár fær Heiðursskjalið, hevur í áravís verið virkin sum venjari, hjálparfólk, nevndarlimur og mangt annað í sínum ítróttarfelag.

Eitt og hvørt felag hevur tørv á nógvari sjálvbodnari arbeiðsmegi fyri at virka, og í hondbóltsfelagnum Kyndli siga tey, at felagið hevði ikki verið nakað uttan hesa eldsálina. 
Hennara ídna og áhaldandi arbeiði, saman við hennara jaliga og smittandi lyndi er límið, sum heldur felagnum saman.
Hon brennur fyri menningini av yngri og eldri leikarum, og hon er altíð klár at taka hond um leikarar og øll onnur í felagnum.
Hennara innsatsur og hugburður er ikki bara til frama fyri Kyndil, men fremur eisini hondbólt sum ítróttargrein kring alt landið. 
Heiðursskjal Poul E. Petersen verður í ár latið eini fyrimyndarligari eldsál, sum framvegis er ein trúfastur tænari til frama fyri føroyskan ítrótt.

Heiðursskjal Poul E. Petersen verður latið Súsonnu K. Hansen, vanliga nevnd Ussa, varð sagt í grundgevingini."

Vit fegnast um at føroyskur ítróttur hevur víst Ussu henda heiður, og eru takksom fyri tað stóra arbeiði sum Ussa hevur og enn leggur í felag og ítrótt okkara.

Hjartaliga til lukku Ussa

KYNDIL 

Myndin er tikin frá in.fo

Aftur