15-11-2019 |

Fyrrverandi formaður er vorðin 80 ár

Tá ið tú hevur fylt 80 ár, ert tú ein gamal maður, munnu tey flestu halda. Men sært tú Jóannes fara titandi eftir vegnum, so líkist hann sama manni, sum rann á hondbóltsvøllinum í grønari troyggju í seksti- og sjeytiárunum. Einki broyttur! Hann er framvegis tann kviki og fimi, sum Suni skrivar í ”Bjartur lýsir kyndilslogin”, og hann man viga á leið tað sama sum tá.

Men árunum kanst tú tó ikki renna undan, hóast vit bera tey á ymiskan hátt. Hann varð føddur 11. november 1939 og fór um tey áttati fyri fáum døgum síðan.

Barnaárini búði Jóannes Dalsgarð á Argjum, men flutti seinni til Sandavágs, har hann livdi síni fyrstu ungdómsár, og haðani mamma hansara var ættað. Har  minnast tey hann framvegis sum ein sera kvikan og kringan ungling á ítróttavøllinum.

Afturkomin til Havnar stóð hann í læru sum búnýtissølumaður hjá Valdemar Lutzen í Vágsbotni, har ið Sosialurin nú heldur til, og í fleiri ár eftir lokna útbúgving helt hann fram í handlinum. Miðskeiðis í 60-unum fekk hann starv í Húsalánsgrunninum, sum lat lagalig lán til sethúsabygging. Her var hann bókhaldari í fleiri ár, til hann tók við stjórastarvinum eftir verfaðirin, Hanus við Høgadalsá, í 1979. Jóannes royndi seg eisini sum reiðari saman við verfaðirinum.

Jóannes var tann ideelli leiðarin, tí hann kundi tosa við øll, hann var altíð sinniligur og leyp ongantíð framav. Veit ikki um nakran, sum ber honum annað enn gott.

Hann var ikki við á stovnandi aðalfundi Kyndils 10. mars 1956. Tá var hann ikki komin aftur úr Sandavági.

Men heimafturkomin gjørdist hann limur í ungmannadeildini í losjuni í Havn, og haðani var leiðin stutt inn í nýstovnaða hondbóltsfelagið hjá einum manni sum Jóannesi.

Hann kom á besta liðið sum 20 ára gamal í 1960 og var fastur maður nærum hvørt ár fram til 1973. Hann var eisini á liðnum í 1961, tá ið meistaraheitið varð tikið frá felagnum, og sum so væl er greitt frá í kyndilsbókini. Tá á døgum var dystatalið í landskappingini ikki tað nógva, men 56 dystir og 68 mál gjørdist tað til á 1. liði, umframt 7 dystir í steypakappingini og 2 europacup dystir. Men taka vit við dystirnar í lægri vaksnamannadeildunum umframt teir nógvu venjingardystirnar, ið tá vórðu leiktir, gjørdist samlaða dystatalið 434 og 641 mál. Hann var sum áður nevnt tann skjóti og kviki spælarin, men okkurt árið var hann fastur málverji á besta liðnum. Hann var ikki júst tann ideelli málmaðurin, tí hann fylti ikki so nógv í málinum. Men harafturímóti kom eisini her skjótleikin og fimið honum til góðar. Hann vardi t.d. málið alt kappingarárið 1969, tá ið liðið vann sítt 10. meistaraheitið.

Tað var tó mest sum leiðari, at Jóannes gjørdi um seg í felagnum. Í 14 ár var hann limur í starvsnevndini, harav tey 10 sum formaður.

Tað eru serliga tveir varðar, sum standa eftir Jóannes sum formann í felagnum. Fyrst og fremst er tað Gundadalshøllin, sum Kyndil saman við Neistanum og Fleyr lat byggja fyrst í 80-unum. Jóannes átti hugskotið, og hann var drívmegin í tilgongdini, sum loksins endaði við at farast kundi undir bygging. Sjálvur sat hann sum felagsins umboðsmaður í hallarleiðsluni mong ár. Vit høvdu tá bara høllina á Hálsi at dúva uppá, og tímatalið hjá hondbóltsfeløgunum í býnum var alt ov lítið. Tað var tí alneyðugt at fáa eina høll aftrat. Ætlanin var altíð, at Gundadalshøllin seinni skuldi víðkast, og allar installatiónir í høllini eru dimensioneraðar til eina dupulta høll, sum tó ikki er komin enn.

Hin varði Jóanesar er tað, sum á ólavsøku í dag verður nevnt Tivoli á Skálatrøð. Høvuðsuppgávan hjá leiðsluni, og ofta serliga formanninum, í einum hondbóltsfelag, tað var og er tað helst enn, at útvega pening til rakstur. Einaferð í hálvfjersinum kom Jóannes við hugskotinum um at gera okkurt serligt á ólavsøku, sum skuldi vera við til at fíggja felagið. Hjá honum var ikki langt frá tanka til veruleika, og sjálvur gekk hann á odda við at seta upp tjøld og búðir, sum skuldu rúma hesum nýggja tiltakinum við tombola, fiskibrunni osfr. umframt dansi. Minnist meg rætt byrjaði alt hetta á økinum eystan fyri Sjónleikarhúsið, áðrenn tað flutti yvir í kommunuskúlagarðin, tí tað eftirhondini kravdi størri pláss.    Tiltakið gav  fitt av peningi, og næstu árini løgdust fleiri onnur ítróttafeløg aftrat. Síðan hevur Tórshavnar Ítróttaráð tikið yvir arbeiðið at skipa fyri.

Jóannes var formaður Kyndils í 1970, og síðan aftur árini 1975-1979. Fyrst í hesi øldini var trekt at fáa fólk í nevndir felagsins. Tað endaði við, at heitt varð á nøkur, sum høvdu mannað nevndina mong ár frammanndan, at taka yvir aftur. Ein teirra, ið lat seg ”lokka” var Jóannes, sum aftur var formaður 2003-2006. Seinasta árið var høvuðsuppgávan at taka sær av 50-ára haldi felagsins í 2006, sum eisini eydnaðist stak væl.

Tað mundi vera í ungmannadeildini í losjuni at Jóannes fann sær konuna Guðruna, sum hevur fylgt honum trúliga. Hon spældi eisini hondbólt í mong ár, bæði á 1. liði og á landsliðnum. Elsta dóttirin, Óluva, var somuleiðis íðin hondbóltsspælari á besta kvinnuliðnum í fleiri ár. Dóttirin Rúna og sonurin Brandur hava ikki gjørt so nógv við hondbóltin, men harafturímóti eru versynirnir báðir,  íslendingurin Jacob Jónsson og danin Flemming Raben, kendir í føroyska hondbóltsheiminum, Jacob sum bæði spælari og venjari, og Flemming sum venjari. So hondbólturin fyllir nógv í familjuni.

Jóannes er góður at samstarva við. Hann er ikki ”jeg alene vide-typan”, sum bara trumlar fram eftir. Hann lurtar eftir øðrum, men hansara partur liggur ongantíð eftir, tá ið talan er um praktiskar uppgávur.

Vit takka Jóannesi fyri alt tað, ið hann hevur verið fyri felag okkara. Hann var ein sannur undangongumaður, ein eldsál.  Vit ynskja honum hjartaliga til lukku við teimum áttati, og ynskja bæði honum og húski hansara blíðan byr.

 

KYNDIL

Aftur