08-09-2019
|
Aðalfundur í Kyndil var tann 28. august 2019
Á aðalfundinum varð nevndin víðka til 6 limir, og varð Kristina Háberg nývald. Hini í nevndini høvdu frammanundan fráboða, at tey tóku við afturvali.
Nevndin skipaði seg soleiðis: Maibritt Johannessen, forkvinna, Ussa K. Hansen, næstforkvinna, Eyðfinn Guttesen, kassameistari, Salua Manai, skrivari, Eyðun Mortensen, nevndarlimur og Kristina Háberg, nevndarlimur.
Á fyrsta nevndarfundinum, sum var hóskvøldið, setti nevndin ferð á eina tilgongd við at skipa nevndararbeiði betur. Tað er eingin loyna at nevndararbeiði til tíðir fyllir nógv, og í tí sambandið verður ein liður í nýggju tilgondini at fáa fleiri hendur at lyfta í felag.
Nevndin hevur sett Elin K. Jacobsen sum samskipara. Vit bjóða Elini og Kristinu vælkomnnum.
Aftur