26-08-2019 |

Limadagur mikudagin 28.08.19

Limadagur verður í kantinuni í høllini á Hálsi nú mikudagin 28.08 frá kl. 16.00 -18.00.

Í hesum sambandi verður heitt á foreldur um at gjalda limagjald, sí niðanfyri: U6/mini - 500,- U8 - 650,- 10 - 12- 1200,- 14 ár og eldri- 1400,- Hondbóltfitness 1200,- Hvílandi limir 500,- Systkinaavsláttur: Elsta barn rindar fult gjald, síðani fær næsta barnið 20% í avsláttri.

Peningurin kann flytast á kontu í Betri banka nr. 9181-4989394, viðmerk navn og lið á flytingina. Tað ber eisini til at gjalda við gjaldskortið á limadegnum. Um tit velja at flyta pening, so skal kvittan vísast okkum á limadegnum. Tá ið limagjaldið er goldið fær leikarin eina venjingarblusu um uml. 14 dagar. Til ber at royna støddir á blusuni á limadegnum.

Limagjaldið 2019/20 Cognitoforms eitur skrásetingin av limum hjá Kyndli. Allir limir skulu skrásetast umvegis hesa skipan. Tá limagjaldið er goldið og leikarin er skrásettur í cognitoforms, er leikarin limur í tryggingini hjá ÍSF, og verður limurin tá tryggjaður. Fyri at kunna luttaka í venjingunum og kappingunum, skal limagjaldið vera goldið skjótast tilber.

1. Trýst á leinkjuna her https://www.cognitoforms.com/Kyndil/KyndilLimagjald201920

2.Skriva kravdu upplýsingarnar og trýst á Skráset

3. Flytið upplýstu upphæddina

Takk fyri!

Vit gleða okkum til eitt spennandi og mennandi hondbóltsár.

Við hondbóltskvøðu Nevndin í Kyndli

Aftur