12-06-2018 |

Tomma S. Petersen tekur enn eitt tørn fyri besta kvinnulið hjá Kyndli


Tomma er kent andlit í Kyndli og er ein góður málverji og vit eru sera fegin, at hava fingið hana í hópin aftur.

Hon eigur nógvar dystir fyri Kyndil og hevur vunnið greipuna í 2014 og vann eisini heiðurin, sum ársins málverji í 2014. Hon var eisini við í hópinum, sum vann greipuna í 2017.

Á landsliðum hevur hon verið við mangan dystin.

Aftur