23-02-2018 |

1 gull og 3 silvur í steypakappingini seinasta vikuskiftið

Síðsta vikuskiftið vóru steypafinalurnar hjá vaksnum og børnum, leiktar í tvífalt stóru høllini á Hálsi.

Menn okkara gjørdu bart á H71, og vóru omaná, at kalla gjøgnum allan dystin. Síðani jólasteðgin hava vit sæð eitt sera vælspælandi lið, sum í ár tryggjaði Kyndli 11. steypasigurin. Spennandi verður at fylgja liðnum næstu dystirnar, og síggja um teir kunnu gera seg galdandi í spælinum um FM.

Framman undan var greitt, at kvinnulið okkara fór at fáa sterka mótstøðu frá VÍF í steypafinaluni. Tað tyktiskt greitt, at um liðið skuldi gera seg galdandi, so skuldi spælast upp til teirra besta. Frá dystarbyrjan tyktiskt greitt at VÍF var sera vælspælandi, og vóru tær líkasum manslið okkara, at kalla omaná allan dystin. Tá tapið móti VÍF hevur fingið tíð at seta seg, fara kvinnurnar heilt víst at finna fokus aftur móti FM finalunum, sum kvinnurnar eru sera tætt við at náa.

Sunnudagin byrjaðu steypafinalurnar við G10, har Kyndilsgentur møttu VÍF.
Ein sera javnur dystur, sum endaði við 13-12 sigri til VÍF. Sagt var, at hetta var best leikta G10 finalan í mong ár, og stríddust gentur okkara óført.

Seinna finalan sunnudagin vóru D14, sum í ár hevur lið samansett av Kyndilsleikarum og ÍAleikarum. Teir møtti einum vælleikandi liðið frá H71, sum vann við 26-14. Dreingir okkara spældu ikki upp til sítt besta, og tá er ringt at vinna móti H71.
Hesir dreingir hava tó leikt fleiri góðar dystir hettar kappingarárið, og liggja í løtuni á 3. plássi í landskappingini.

Vit hava fingið ungdómsvenjaran Jonas Dehn Andersen til felagið frá komandi kappingarári, og til næstu steypafinalur, vænta vit at síggja fleiri ungdómslið frá Kyndli.

Aftur