20-05-2017 |

Maja hevur longt sáttmálan

Maja verður verandi í Kyndil næsta kappingarár.

Maja Dragoljubovic hevur longt sáttmálan við Kyndil, og verður aftur at síggja í málinum hjá kvinnuliðnum komandi kappingarár.

Maja kom til Kyndil kappingarárið 2015/16, og verður hettar triðja árið, hon verður her.

Seinasta kappingarár hildnaðist sera væl, og gav tað úrslit á gallaveitsluni. Maja bleiv: ársins málmaður, ársins málverji á all-star liðnum, umframt ársins leikari í Hvonn deildini.

Kyndil sær fram til komandi kappingarár.

 

Framtíðin er Grøn!

 

 

Aftur