21-04-2017 |

Onnur FM finalan verður leygarkvøldi kl 19:30

Upphiting og andlitsmáling byrjar kl 17:00 í Kyndlarúminum

Kyndil kom sera væl frá fyrru FM finaluni mikukvøldi, við einum sigri á 26-22 á Neistanum.

Einki er tó at ivast í, at Neistakvinnur og áskoðarir teirra fara at geva okkum harða mótstøðu. Tí er tað av sera stórum tídningi, at vit møta fjølment og grøn í høllini leygarkvøldi. Vit skulu gera alt tað vit eru ment fyri at okkara kvinnur skulu síggja og hoyra okkum.

Kom til upphiting í Kyndlarúminum leygardagin kl 17:00!

Aftur