06-02-2016 |

Rukku ikki finaluni - men koppaðu Neistanum

Kyndilskvinnur vunnu í kvøld ein góðan 17-15 sigur á Neistanum í seinnu hálvfinaluni í steypakappingini, men tað rakk ikki til finalupláss, tí Neistin vann fyrru hálvfinaluna 17-14. Vóru nakrar fáar støður í endanum á dystinum eitt lítið sindur øðrvísi, kundi finaluplássið verið tryggjað, men soleiðis er, tá tað ríður um snarið - einstakar støður avgera endaliga úrslitið. Okkara vóru betri enn Neistin í kvøld, og hesaferð var Maja eisini betri enn Fríða í málinum. Skotini hjá okkara kvinnum vóru betur stillað enn seinast, so Fríða hevði truplari arbeiðsumstøður. Turið Arge Samuelsen, sum kom heldur lítið í spæl í fyrra dystinum, stríddist manniliga í kvøld og skeyt sjey mál. Anna Brimnes noyddist út í hálvleikinum orsakað av eini harðari takkling við strektum ørmum inn á liðina, sum skuldi givið reytt kort, og tað darvaði álopsspælinum í seinna hálvleiki. Spell, at ein verjuspælari, sum skumpar ein álopsspælara um koll og elvir til ringan skaða, yvirhøvur skal sleppa at spæla steypafinalu, samstundis sum skaddi spælarin, ið ikki fekk vart seg, ikki so frægt sum fær lyft armin upp um høvd eftir dystin. Soleiðis gongst tíverri viðhvørt. Annars var dømingin heilt góð, kyndilskvinnur brutu ísin og koppaðu Neistanum fyri fyrstu ferð í ár, og áskoðarafjøldin livdi sera væl við. Neistanum og VÍF verður ynskt til lukku við steypafinaluplássunum, og nú eru FM-finalurnar málið hjá Kyndli

Aftur