15-10-2015 |

Kyndil brendi - H71 vann

Menninir hjá H71 vunnu 25-22 á Kyndli í høllini á Hálsi í kvøld. Mangt kundi tó verið øðrvísi, um ikki kyndilsmenn brendu heilar 10 opnar kjansir á vengrunum, og um Mladen fekk fatur á 3-4 av 7-8 skotum, sum hann hevði bæði armar, bein og rygg á, men sum kortini fóru í málið. Tað gekk ikki væl hjá Kyndli at seta trumf á, tá møguleikarnir vóru har, og tí kundi H71 nøkulunda trygt halda seg frammanfyri frá miðskeiðis í fyrra hálvleiki til dystarenda. Hálvleiksstøðan var 15-11 til H71. Málverjarnir hjá H71 spældu væl, og serliga Peter Krogh og Mark Marcher í H71-álopinum vóru truplir at takkla, tí teir hótta støðugt við skotum og gjøgnumbrotum. At enda vórðu teir mansvardir, og tá gekk ikki verri hjá Kyndli. Men brendu kjansirnir kostaðu alt ov nógv í dag. Málini gjørdust rætt og slætt ov fá, og so vann H71 bara. Men her er ongin fjáltur, tí yvirhøvur gongur betur nú enn í byrjanini. Fyri framman eru tvey finalupláss at spæla um - í steypakappingini og FM-kappingini. Tey eru framvegis málið

Aftur