01-10-2015 |

Kvinnurnar vunnu stórt - menninir taka seg fram

Kyndilskvinnur vundu burtur úr StÍF á Skála í kvøld, har tær vunnu 29-19. Liðið var lærlagt í verju og álopi, og Vár stóð seg væl í málinum. So ferðmikið var spælið stundum frameftir, at strandagentur ikki høvdu vent sær, áðrenn bólturin lá í málinum. Sigurin kundi verið væl størri, um byrjunarliðið var inni allan dystin, men í kvøld fekk allur hópurin ríkiligt av spælitíð, og tað var upplagt, tá dysturin var vunnin eftir 45 minuttir. Menninir spældu tveir sera slakar dystir ímóti KÍF og Neistanum, men í kvøld vóru teir munandi betri, hóast teir taptu 30-24 ímóti StíF. Álopsspælið var flúgvandi fyrsta korterið, tá Kyndil var á odda 10-7, men so dalaði ferðin, samstundis sum verjan ikki fekk tamarhald á StÍF. Tí vóru strandingar á odda 19-16 í hálvleikinum. Í seinna hálvleiki minkaði munurin niður í tvey mál eitt skifti, men teir grønu brendu øgiligt, tá trumfur skuldi setast á, og so gjørdist ov tungt at taka StÍF aftur - serliga tí strandingar skoraðu í mótálopunum. Men í kvøld kýttu menn seg, teir stríddust fyri hvørjum øðrum, og teir spældu seg til eitt hav av kjansum. Her var nógv gott at byggja á, og so er bara at dríva á til næsta dyst

Aftur