27-08-2015 |

Fylkir vitjar Kyndil um vikuskiftið

Hetta vikuskiftið vitjar kvinnuliðið hjá Fylkir í Íslandi Kyndil. Í hesum sambandi skipar Kyndil fyri kapping millum Kyndil, Fylkir, Neistan og VÍF. Kappingin byrjar í Hoyvíkshøllini fríggjakvøldið kl. 18.30 og heldur fram á Hálsi leygardagin og sunnudagin

Hondbólturin hevur ligið í dvala, síðan kappingin endaði í apríl, men liðini hava vant dúgliga seinastu vikurnar, og um vikuskiftið fæst ein ábending um, hvussu liðini hjá Kyndli, Neistanum og VÍF eru fyri.

Tá leggja tey til brots í kapping við íslendska liðið, Fylkir, sum vitjar Kyndil í sambandi við fyrireikingarnar til kappingarárið í Íslandi. Skráin til kappingin er henda:

Fríggjadag 28. august 
Kl. 18.30: Kyndil - Neistin
Kl. 20.00: Fylkir - VÍF

Leygardag 29. august 
Kl. 13.00: Kyndil - VÍF
Kl. 14.30: Neistin - Fylkir
Kl. 18.30: Neistin - VÍF
Kl. 20.00: Kyndil - Fylkir

Sunnudag 30. august
Kl. 14.30: Dystur um 3 - 4 pláss
Kl. 16.00: Finala

Innleiðandi dystir eru tvær ferðir 25 min., og hinir eru sum vanligt. Til ber at keypa atgongumerki til alla kappingina. Fyri vaksin kostar tað 100 kr. og børn 30 kr. Atgongumerkið er samstundis ein lutaseðil um eitt gávukort frá Hvonn við døgurða fyri tveir persónar.

Aftur