11-04-2015 |

Vit fullu við æru - til lukku Neistin og VÍF!

Kyndilskvinnur høvdu ein heilt annan stríðsanda í seinnu FM-finaluni enn í teirri fyrru mikudagin, tá okkara taptu 27-20. Í dag vóru kyndilskvinnur krútsterkar og hildu Neistanum niðri á 20 málum. Tíverri skoraðu okkara bara 17 í einum annars sera tøttum og spennandi dysti, og tí endaði meistaraheitið í Neistanum. Trý brend brotskøst í fyrra hálvleiki vóru kostnaðarmikil, og ágangandi og avbjóðandi álopsspælið, sum var í fyrra hálveiki, sást ov lítið til í seinna hálvleiki. Tó var Marianna Eystberg framúr við níggju málum. Hon er ársins stjørnuskot í ár. Neistakvinnur eru meistarar aftur, og samanumtikið er tað uppiborið. Neistin var besta liðið í ár, og Melicia og Fríða vóru lyklaspælarar. Hjartaliga til lukku, Neistin, og góða FM-veitslu í kvøld! Í Kyndli hava vit onga orsøk at hanga við høvdinum, tí bæði nútíðin og framtíðin eru grøn. Seinastu trý árini hava bestu liðini hjá Kyndli vunnið sjey heiðursmerkir - trý gullmerkir, trý silvurmerkir og eitt bronsumerki. Màlið, ið varð sett fyri nøkrum árum síðan um at fáa Kyndil í toppin aftur, er rokkið, og avrikini verða skerpað næsta kappingarár. VÍF er føroyameistari hjá monnum eftir tveir teprar sigrar á H71. Í Vestmanna fløvar fyrsta meistaraheitið í 10 ár ovurhonds nógv, og sigurskenslan í kvøld og næstu dagarnar verður einastandandi. Hjartaliga til lukku, VÍF! Væl uppiborið FM-heiti!

Aftur