08-03-2015 |

Menninir vunnu - kvinnurnar snávaðu

Mansliðið hjá Kyndli vann trygt á Team Klaksvík í Klaksvík í gjár 29-21. Ivi var ongantíð um úrslitið, og serliga í seinna hálvleiki rullaðu álopini væl. Hálvleiksstøðan var bara 11-7 til Kyndil. Óført var at síggja, at skjúttar sum David, Bjarni og Finnur allir fyltu mál og sjálvsálit á kontuna í seinna hálvleiki. StÍF kemur á vitjan mikukvøldið. Tá skal kósin haldast, og avrikið má vera 100 prosent! Kvinnurnar snávaðu í Vági í dag á heilt óskiljandi hátt. Kyndil var frammanfyri 17-12, tá knappir 10 minuttir vóru eftir. Tá liðugt var, hevði VB vunnið 19-18. Kyndilshópurin er smalur, ongin skjútti leverar við vissu 6-7 mál hvønn dyst, og tá so kjansir við gjøgnumbrotum verða misbrúktir, so brendaroykurin stendur um alla høllina, er trupult at draga frá mótstøðuliðnum. Kyndil kundi væl verið 5-6 mál á odda í fyrra hálvleiki og havt trygga leiðslu miðskeiðis í seinna hálvleiki, um einfaldir málmøguleikar vórðu brúktir til fulnar, men nei. Tá skorað ikki verður, og spælarar mangan heldur ikki taka ábyrgd og fara ígjøgnum í uppløgdum støðum, hevur mótstøðuliðið allatíðina møguleikan at koma afturíaftur. Tann møguleikan brúkti VB, og í grundini var tað kleyvarskapur at missa stigini. Men sama ger. Nú er eitt at gera - at vinna á StÍF mikukvøldið. Avgerandi er, at hvør einstakur spælari tekur ábyrgd og bítur tenninar saman í 60 minuttir, so finaluplássið ikki bara fjarar burtur av vanligum ósketni. Tomma stóð annars fínt í málinum í dag, so tann parturin var avgjørt í lagi

Aftur