30-01-2015 |

Stinnar vóru kvinnurnar í royndarstund

Ongantíð áður hevur spenningurin undan einum føroyskum hondbóltsdysti verið so á kókipunktinum sum undan dystinum í Vági hóskvøldið. Alt landið sat sum á nálum og bíðaði eftir, hvørjum stríðið um dystin millum VB og Kyndil skuldi enda við, og tá samanumkom, lógu kyndilskvinnur – undir nærum ómenniskjaligum trýsti – omaná 19-18. Hondbólturin sigraði í Vági í gjárkvøldið. Bæði VB og Kyndil spældu fyrimyndarligan hondbólt í besta ítróttaanda, og hóast nógv kjak, nógva umrøðu og nógva øsing í vikuni var móttøkan í Vági sum altíð hjartalig, og áskoðarar hjá Kyndli og VB hálsfevndust fleiri ferðir í proppfullu høllini. Skemtað varð dúgliga um barnagentur og tann grøna Smyril, sum hevur verið eitt risahitt á Facebook í fleiri dagar. Øll gjørdu sítt til, at tvívegis virðingin varð væl og virðiliga varðveitt, og á hendan hátt vunnu bæði Kyndil, VB og hondbólturin í kvøld. Takk, VB, fyri ein ógloymandi dans og spennandi dyst! Takk, allar treystar kyndilskvinnur, allir ídnir áskoðarar og væl umhugsaðir venjarar, fyri eitt megnaravrik, ið seint verður gloymt. Vit halda fram við sama treysti - í landskapping og so steypafinalu!

Aftur