09-12-2014 |

Kyndilsliðini í 2. deild spældu javnt

Mánakvøldið var ein sera spennandi dystur í 2. deild hjá monnum millum Kyndil a og Kyndil b. Annað liðið er mannað við sera gløggum, eldri spælarum, ið duga manga góða fintu, og hitt er mannað við ungum, skjótum spælarum, ið eru sum fok í mótálop. Ikki ber til at siga eftir dystin, hvørjar dygdir eru betri, tí dysturin endaði við javnleiki 27-27, eftir at teir gomlu høvdu verið á odda 13-12 í hálvleikinum. Annar dómarin, Birgir Kass, var úr Neistanum. Hann segði undan dystinum, at tað frægasta, hann kundi gera, var at døma soleiðis, at dysturin endaði javnur, so bæði kyndilsliðini mistu stig: Og soleiðis bleiv!

Aftur