03-12-2014 |

Vunnu stórsigur á StÍF

Mladen er ein brandur í málinum, verjan hevur verið krútsterk í ár, og nú eru spæligleðin og breiddin í álopinum eisini vorðin eyðsýnd. Kyndilsmenn vunnu trygt 35-27 á StÍF á Skála í kvøld eftir 16-9 í hálvleikinum, og eins og so mangan fyrr í ár er málið greitt: Venjast skal hart til næsta dyst, so stig eisini kunnu fáast burtur úr honum. Samanhaldið hjá kyndilsmonnum er betri nú enn í fleiri ár og somuleiðis nærlagnið, og hetjurnar eru allir. Málskjúttar í kvøld: Høgni 6, Andrias 5, Birgir 5, David 5, Finnur 4, Julian 3, Bjarni 2, Ludvík 2, Rógvi 1, Josef 1 og Frank 1. Tann einasti, sum ikki skeyt mál, var Hans Arni, men hann spældi einans í verjuni og forðaði við síni stóru styrki fyri óteljandi gjøgnumbrotum hjá StÍF

Aftur