20-09-2016 |

Limadagur leygardagin

Leygardagin verður limadagur undan kvinnudystin millum Kyndil og VB

Limadagur verður í kantinunum í høllini á Hálsi leygardagin 24/9, kl 16-19. Fyrsti heimadystur er sama dag millum besta kvinnulið okkara og VB kl 19.00.
Í hesum sambandi verður heitt á foreldur um at gjalda limagjald, sum er hetta: 
U6/mini- 500,-
U8- 650,-
10-12- 1000,-
14 ár og eldri- 1200,-
Hvílandi limir 500,-

Systkinaavsláttur: 1 barn rindar fult gjald, síðani fær næsta barnið 20% í avsláttri.

Peningurin kann flytast á kontu í Eik nr. 9181-1303947, viðmerk navn og lið á flytingina. Tað ber eisini til at gjalda kontant á limadegnum. Um tit velja at flyta pening, so skal kvittan vísast okkum á limadegnum. 
Í ár gera vit eina nýggja roynd, soleiðis skipanin við spæliklæðum gerst smidligari. Hetta merkir, at við at rinda limagjald, fær hvør leikari einu blusu, sum viðkomandi fær ábyrgd av, og sum skal takast við til dyst - líkasum skógvar og bólt. Einki limagjald, eingin blusa og leikarin kann ikki leika dyst, fyrr enn goldið verður. Um leikarin missur sína blusu burtur, má ein sjálvur rinda fyri nýggja blusu.
Hvør leikari fær eitt bestemt tal á blusuna, sum verður skrásett í eini skipan, og harvið gerst tað lættari at finna/kenna sína blusu aftur"
OBS OBS OBS
Øll tey sum gjalda limagjald á limadegnum, fáa eisini eina ítróttartasku. 
Harumframt selur Sportigan nýggja Kyndilsbúnan við avsláttri. Eftir limadagin, fæst eingin avsláttur upp á búnan.
So møtið fjølment upp, og fái harvið eisini fleiri fyrimunir.

Aftur