12-08-2014 |

SISU Start Cup fyri tey yngstu í Gundadalshøllini 30. august

Leygardagin 30. august skipar Kyndil fyri stórari og spennandi hondbóltskapping fyri tey yngstu í Gundadalshøllini í Havn frá kl. 10.00, sum kallast Start Cup. Kappingin er fyri børn í 1., 2., 3. og 4. flokki og verður skipað í tveimum aldursbólkum. 1. og 2. flokkur kappast í øðrum bólkinum og 3. og 4. flokkur í hinum

Allir dystirnir verða spældir á minivøllum, og seks spælarar kunnu vera á hvørjum liði, harav fýra eru á vøllinum í senn. Spælarar á besta mansliðnum og besta kvinnuliðnum hjá Kyndli fara í steðgum at vísa fram flúgvandi hondbóltskynstur.

Kappingin verður ein góð byrjan upp á kappingarárið hjá teimum yngstu, sum fara at spæla hondbólt í vetur, og fyri tey, sum ikki enn hava spælt hondbólt, kann hon vera eitt gott høvi at royna ítróttagreinina.

Neyðugt er ikki at tekna lið til kappingina við nøvnum hjá hondbóltsfeløgum. Vinfólk í skúlaflokkum ella grannaløgum kunnu tekna lið til við nøvnum, sum tey sjálv finna uppá. Bestu nøvnini hjá dreingjum og gentum fáa virðisløn. Vinnararnir fáa eisini virðisløn.

Liðini kunnu teknast til kappingina á teldupostadressuni: startcup2014@gmail.com

Tekning fer fram soleiðis: Skrivið navn og føðiár hjá spælarunum í teldupostin og viðmerkið navn á liðnum. Fleiri lið kunnu teknast til kappingina í sama telduposti. Gentur og dreingir spæla fyri seg.

Luttøkugjaldið fyri hvønn spælara er 100 kr.

Freistin at tekna til kappingina og flyta peningin er hóskvøldið 28. august kl. 20.00. Peningurin skal flytast á konto 9181 4989394 í Eik ella 6460 1523254 í BankNordik. Viðmerkið ið hvussu er navn á liðnum. 

Fyri luttøkugjaldið fær hvør spælari ein góðan bita úr Bowlinghøllini, leskidrykk, t-shirt, dunk, penn og endurskin.

Eru ivamál, setið tykkum so í samband við Christoffur Gert Nielsen á tlf. 267262.

Møtið fjølment til Start Cup í Gundadalshøllini leygardagin 23. august!

KYNDIL

Aftur