22-07-2014 |

Kyndilskvinnur ímóti belgiskum liði í EHF Cup

Fyri fyrstu ferð síðan 1992 er Kyndil við aftur í Evropa Cup-hondbólti. Felagið teknaði kyndilskvinnur til EHF Cup í juni, og fyrrapartin var lutakast um, hvussu spælast skal. Kyndilskvinnur skulu spæla ímóti Femina Vise úr Belgia

Spenningur var í kyndilsleguni um, hvørjum liði kvinnurnar skuldu spæla ímóti, tí møguligt var eisini draga lið úr m.a. Ukraina, Hvítarusslandi og Ísrael. ÍBV úr Íslandi var somuleiðis í pottinum.

Tá kyndilsnavnið varð nevnt, heilsaði samskiftisleiðarin hjá European Handball Federation, J. J. Rowland, Kyndli vælkomin aftur í evropeiskan hondbólt, tí 22 ár eru liðin, síðan Kyndil var við seinast. Tá vóru kyndilsmenn í Evropa ímóti FH úr Íslandi.

Undan lutakastinum í dag vónaðu bæði nevnd og venjarar í Kyndli, at mótstøðuliðið gjørdist íslendskt ella kanska belgiskt, tí hagar er ikki so langt at fara. Væl kom lutakastið tí við.

Kyndil fer nú at seta seg í samband við Femina Vise og avtala, hvar dystirnir skulu spælast. Vanligt hevur verið í tílíkum kappingum, at báðir dystirnir verða spældir í øðrum landinum.

"Málið er at fáa dystirnar spældar í Føroyum fyri at vekja áhugan fyri altjóða hondbólti her. Hvussu fer at gangast at fáa dystirnar til Føroya, fáa vit at síggja næstu dagarnar," sigur Andreas F. Hansen, annar av venjarunum hjá kyndilskvinnum.

Aftur