13-06-2014 |

Heiður til Andreas F. Hansen frá EHF

Andreas F. Hansen var altjóða dómari í hondbólti frá 2005 til í fjør, tá hann legði frá sær og gjørdist venjari hjá kyndilskvinnum saman við Sophusi Dal Christiansen. Í dag var Andreas eitt ørindi í ÍSF-húsinum, og meðan hann var har, kundi Ári Rouch hjá HSF avdúka, at forsetin í evropeiska hondbóltssambandinum, EHF, hevði sent Andreasi´eina bronsunál og eitt snotiligt heiðursskjal sum tøkk fyri arbeiðið sum altjóða dómari í átta ár. Jean Brihault, forseti, hevur sjálvur skrivað undir heiðursskjalið. Onki visti Andreas um nálina og heiðursskjalið, og hann vildi treyðugt avmyndast við heiðrinum, men fleiri góðar kreftir fingu lokkað hann at stilla upp til myndatøku í góðveðrinum. Til lukku, Andreas!

Aftur