effo stuðlar kyndli

SMS stuðlar kyndli

Búsetur stuðlar kyndli

Vøruhúsið stuðlar kyndli

Maria Poulsen pf stuðlar kyndli

Faxe Kondi stuðlar kyndli


Sri stuðlar kyndli

Triv stuðlar kyndli

Maskinkoyring Entreprenørar stuðlar kyndli

Articon stuðlar kyndli

Kyndilskvinnur vunnu fína hálvfinalu 

25 January 2012

Seinna semifinalan í Coca Cola-kappingini í kvøld millum Kyndil og VB endaði við 26-25 sigri til Kyndil. Tað rakk ikki til finalupláss, tí VB vann fyrru semifinaluna 26-21 í Vági, men kvinnurnar spældu ein frálíkan dyst, og høvdu tær ikki brent 8-10 upplagdar málmøguleikar, kundu tær vunnið væl meira á VB

les meira
 

Í morgin stendur slagið ímóti VB 

24 January 2012

Mikudagin kl. 20.00 verður seinna hálvfinalan í Coca Cola-kappingini hjá kvinnum í høllini á Hálsi. Fyrru hálvfinaluna vann VB 26-21 í Vági. Kyndil skal tí vinna við seks málum fyri at koma í finaluna. Alt ber til hjá teimum, sum hava trúnna, viljan og nærlagnið, og eru kvinnur okkara til reiðar at geva seg fult og heilt, kann væl henda, at vit knógva VB. Koyrið á, allar samlir! Og komið øll og stuðlið kvinnunum í morgin!

les meira
 

Mistøkini kosta ov nógv 

22 January 2012

Kyndilskvinnur spældu í løtum als ikki so galið ímóti Stjørnuni í dag ði í verju og álopi, men mistøkini vóru alt ov mong, og tað kostar. Ov nógvir bóltar verða tveittir burtur, og hetta er høvuðstrupulleikin hjá kvinnunum í løtuni. Verður nærlagnið størri, fáa mótstøðuliðini nógv færri álop og mál, og vit fáa fleiri álop, sum enda vit skotroyndum, og so verða úrslitini betri. Stjørnan var á odda 17-11 í hálvleikinum og vann at enda 31-21. Í fyrra hálvleiki var støðan eitt skifti 10-9. Eftir tað dragnaði. Málskjúttar: Turið 6, Birita 4, Jórun 3, Anja 2, Guðrið 2, Ásleyg 2, Anna 1 og Súsanna 1

les meira
 

Seinastu minuttirnir kostaðu aftur 

15 January 2012

Menninir kundu akkurát tað sama havt vunnið í Vestmanna í dag. Teir vóru á odda 15-11 í hálvleikinum og førdu 22-18, tá 20 minuttir vóru farnir av seinna hálvleiki. Men tá 24 minuttir vóru farnir, stóð á jøvnum 22-22, serliga tí okkara brendu fleiri upplagdar møguleikar. At enda vann VÍF vann 25-22. Hetta var sama søgan sum so ofta fyrr í ár, tá seinastu minuttirnir hava kostað stigini. Frank og Miro vóru serliga eyðsýndir í dag, og Janus stóð stúttur í málinum. Hetta árið er hart, tí stigini higartil eru so fá, men dygdirnar eru avgjørt til staðarKoyrið á motorin!

les meira
 

Lítil orka í kvinnuliðnum í dag 

15 January 2012

Nærlagnið var lítið, nógvir bóltar vórðu tveittir burtur, og rútma var ongantíð í spælinum. Soleiðis var lagið á kyndilskvinnum í Vestmanna í dag, og VÍF vann tí lættliga 29-20. Mikudagin spældu okkara kvinnur harðan semifinaludyst í Vági, og í gjár spældu G17 avgerandi FM-dyst ímóti Neistanum, har okkara vunnu 17-15. Kanska kostaði harða dystarprogrammið hjá mongu ungu spælarunum sigurin í Vestmanna í dag. Spælið hevur ið hvussu er mangan verið betri. Og uttan iva kemur liðið aftur á rættkjøl næstu ferð ímóti Stjørnuni í Havn. Koyrið á!

les meira
 

VB vann 26-21 á Kyndli í kvøld 

11 January 2012

Allir møguleikar eru ikki útspældir hjá kvinnunum hjá Kyndli eftir fyrru semifinaluna í steypakappingini. Tær taptu 26-21 í Vági í kvøld eftir 11-11 í hálvleikinum. Munurin á fimm mál er heldur stórur, men alt ber til, og vit koyra á fyri at røkka finaluni, tá seinna semifinalan verður í Havn. Anja og Turið skutu 6 mál hvør, Halldis skeyt 4, Anna og Guðrið 2 hvør og Annika 1

les meira
 

Gott nýggjár øll somul! 

02 January 2012

So er 2011 farið afturum, og vit skriva 2012. Vónandi vóru jólini góð og nýggjárið av besta slag. Kyndil ynskir øllum eitt gott nýggjár við vón um eitt spennandi og mennandi 2012!

les meira
 

Kyndil vann á StÍF og er í hálvfinalu 

15 December 2011

Í gjár var um reppið, at menninir koppaðu Neistanum, tá teir spældu 29-29 eftir vanliga leiktíð. Í umdystinum dró Neistin tó longra stráið og vann 38-33. Stórt spell eftir so frálíkt avrik. Í kvøld vunnu kvinnurnar 29-23 á StÍF og eru komnar í hálvfinaluna í steypakappingini. Hálvleiksstøðan var 16-11. Sigurin var ongantíð veruliga í vanda, men munurin var onkuntíð trý mál í seinna hálvleiki. Leygardagin spæla bæði menn og kvinnur ímóti StÍF í Havn. Tá stríðast vit til dystarlok fyri at vinna!

les meira
 

Kvinnurnar akkurát ov stuttar 

12 December 2011

Í Havn taptu okkara kvinnur 20-19 ímóti Stjørnuni fyrr í ár, og møguleiki var tí fyri, at tær kundu fáa stig burtur úr dystinum í Klaksvík í gjár. Hetta eydnaðist tíverri akkurát ikki. Stjørnan vann 24-22 eftir at hava verið frammanfyri 11-9 í hálvleikinum. Møguligt er hjá kyndilskvinnum at røkka finaluplássi longu í ár, um Kyndil vinnur dystir ímóti serliga Stjørnuni og VB. Enn hevur hetta ikki eydnast, men framgongdin heldur fram, so tað kann væl fara at eydnast. Nú er StÍF í steypakappingini á skránni. Drívið á í hesum avgerandi dystinum!

les meira
 

Hoyvíkingar vunnu lættliga 

11 December 2011

H71 vann alt ov lættliga dystin ímóti Kyndli á Hálsi í dag 26-22. Hoyvíkingar spældu við einum blaðungum liði, sum stríddist og strevaðist allan dystin fyri at vinna, og tað eydnaðist. Tendringin hjá kyndilsmonnum var ikki nóg góð. Møguleikin var avgjørt til staðar at vinna á H71 í dag, tí so sterkir eru hoyvíkingar heldur ikki, men fert tú seks mál afturum í seinna hálvleiki eftir hálvleiksstøðuna 10-11, verður úrtøkan soltin. Nú mugu stríðsandi og neyvleiki finnast framaftur - bæði ímóti Neistanum og StÍF. Koyrið á!

les meira
 
Page 1 of 17 1 2 3 4 5 6 7 8 9 10 > >> 
Útgávurættur © 2011 Kyndil