Viðtøkur
Grein 1
Navn felagsins er Kyndil og heimstaður tess er Tórshavn.
Endamál felagsins
At íðka hondbólt og annan ítrótt, og virka fyri siðmennandi ungdómsarbeiði við røttum ítróttaranda.
Grein 2
Ósømiligur og ljótur atburður felagnum til niðurløgu verður ikki toldur. Stjórnin sektar brot á hesa grein við karantenu upp til 3 mánaðir, ella við útliman.
Grein 3
Ein og hvør, sum góðtekur felagslógina og sum vil gjalda tey gjøld sum eru ásett og góðtikin á aðalfundinum, kann gerast limur í felagnum. Lógin verður útflýggjað við innliman.
Grein 4
Aðalfundurin velur 3 manna starvsnevnd, hesir eru: Formaður, kassameistari og skrivari, sum samstundis er næstformaður. Hvør limur verður valdur fyri seg. Starvsnevndin verður vald fyri 3 ár í senn, tó soleiðis at ein limur gongur út hvørt ár, men kann verða afturvaldur. Eisini velur aðalfundurin 3 manna umboðsnevndir til hvørja grein ið virkað verður í felagnum, t.d. fundarnevnd, ítróttarnevnd, veitslunevnd, mentunnarnevnd. Hesir verða valdir fyri 1 ár í senn. Umboðsnevndirnar skipa seg sjálvar við formanni. Ein tiltakslimur verður valdur fyri hvørja nevnd. Starvsnevndarlimir kunnu ikki sita í umboðsnevnd, um nýggj grein verður skipa í árinum.
Grein 5
Til grannskoðan av roknskapi verða valdir 2 grannskoðarar.
Roknskaparárið er frá 1. apríl til 31. mars.
Grein 6
Aðalfundurin verður hildin í apríl mánaði á hvørjum ári við hesi fundarskipan:
1. Formaðurin greiðir frá farna ári.
2. Kassameistarin leggur fram grannskoðaðan roknskap.
3. Innkomin mál.
4. a. val av einum limi í starvsnevndina.
b. val av umboðsnevndum.
c. val av tiltakslimum.
5. Ymiskt.
Aðalfundurin verður fráboðaður skrivliga til limirnar og verður lýstur í blaðnum seinast 14 dagar frammanundan og er viðtøkuførur við teim frammøttu.
Fyri at hava atkvøðurætt á aðalfundi, skal viðkomandi hava verið limur í felagnum minst ½ ár og verða fyltur 16 ár.
Grein 7
Uppskot til lógarbroytan megu verða stjórn felagsins í hendi minst 3 vikur áðrenn aðalfund. Fyri at lógarbroytan kann verða framd, megu minst ⅔ av teim frammøttu limunum vera fyri broytanini.
Grein 8
Eykaaðalfundur kann verða hildin tá øll stjórnin, ella ein triðingur av limunum krevja tað.
Hann má verða lýstur minst 14 dagar frammanundan.
Grein 9
Formaðurin í felagnum eigur at umboða felagið, t.d. á aðalfundi Í.S.F. sum umboðsmaður felagsins. Kann hann ikki møta sjálvur, skal hann fáa annan í staðin.
Grein 10
Verður felagið avtikið, skulu ognir tess falla til ungmannaarbeiði N.I.O.G.T.s (I.O.G.T.s) í Tórshavn.
Soleiðis samtykt á aðalfundi 21. mai 1991.