Høvuðsstuðul hjá Kyndli er ANSNI. Sáttmálin er galdandi fyri kappingarárið 2010/2011. ANSNI sæst á troyggjunum bæði hjá monnunum og kvinnunum.
 
ANSNI er trygdarfelag í stórari menning, sum heldur til í gomlu støðini hjá BIL í Gundadali. Stjóri á ANSNI er Helgi Justinussen.
 
Aðrir stuðlar hjá Kyndli í Atlantic Airways-kappingini eru Eik, SMS og Effo.
 
Í yngru deildunum hevur Kyndil eisini góðar stuðlar. Stuðlar har í ár verða Faxe, Búsetur, Pit-Stop, Triv, Articon, Vøruhúsið, Maria Poulsen og fleiri onnur. 


Leinki til hesa hending í Dimmu 27. august 2010