Søgan

Bjartur lýsir Kyndilslogin
 
Kyndil verður stovnað

Kyndil varð stovnað í 1956 í Losjuni í Havn. Tankin við felagnum var at sameina fráhald og ítrótt, og hugmyndin var, at í einum frískum likami er ein frísk sál.
 
Stovnandi aðalfundurin var leygarkvøldið 10. mars 1956 í Losjuni. Tilsamans 37 fólk skrivaðu seg upp sum lim hetta kvøldið. Seinni sama ár komu fimtan limir aftrat.

Í fyrstu nevndina vórðu vald Jógvan Andras Joensen, formaður, Johannis Jacobsen, næstformaður, Viggo í Stórustovu, skrivari, og
Elsa Poulsen, kassameistari. Tiltaksfólk vóru Rannvá Hentze og Nikk Hansen.
 
Fyrsti fundurin tók undir við uppskoti um, at felagið skuldi hava grønu troyggju og hvítar buksur sum leikbúna. Tann 14. mars 1956 søkti Kyndil ÍSF um limaskap. Limaskapurin varð játtaður 19. mars.

Oddafólk í Kyndli hava gingið undan innan hondbólt í Føroyum. Tey tóku stig til at fáa Føroyum limaskap í altjóða hondbóltssambandinum, IHF, longu í 1966, og limskapurin varð váttaður í 1974.

Kyndil hevur síðan stovnanina vunnið meistaraheitið hjá monnum í bestu deildini 30 ferðir, og tað er met. Kvinnurnar hjá Kyndli hava eisini verið meistarar nakrar ferðir. Ungdómsliðini standa seg vanliga væl og hava vunnið mangt eitt meistaraheiti til felagið.
 
Søgan hjá Kyndli er væl lýst í bókini "Bjartur lýsir kyndilslogin" eftir Súna Merkistein, sum kom út í 2006 í sambandi við 50 ára stovningardag felagsins. Bókin fæst til keyps í Kyndilsrúminum.
 

Leinki: