Limagjald
Limagjaldið hjá Kyndli er soleiðis:
- Fyri Atlantic Airways, Sunset og 1. deild hjá monnum og kvinnum er limagjaldið 1.000 kr. um árið
- Fyri 2. deild menn og kvinnur er limagjaldið 1.000 kr. um árið
- Fyri deildirnar U20, 17 ár, 14 ár, 12 ár og 10 ár gentur og dreingir er limagjaldið 600 kr.
- Fyri hvílandi limir er limagjaldið 160 kr. um árið. Sum hvílandi limur kanst tú gjalda við at venda tær til Tórða Patursson tlf. 290028 ella toka@kallnet.fo
Tú kanst eisini gerast Kyndilsvinur við at rinda 2.000 kr. um árið sum einstaklingur ella 5.000 kr. sum virki.
Um tú ætlar at spæla hondbólt og gerast limur í Kyndli, skalt tú siga venjaranum frá í tí aldursbólki, sum tú ætlar tær at spæla við.
Summarið 2011 fara øll ungdómslið hjá Kyndli til Barcelona í Spania at kappast. Kappingin er frá mikudegnum 29. juni til sunnudagin 3. juli.