KYNDILSVINIR

Kyndilsvinir kunnu allar einstaklingar og fyritøkur gerast, sum vilja stuðla Kyndli og koma saman í sambandi við dystir hjá 1. mansliði hjá Kyndli.
 

Sum einstaklingur rindar tú 2.000 kr. og sum fyritøka 5.000 kr. fyri limaskapin kappingarárið 2010/2011 og fær afturfyri:
 

  • Eitt fríkort til heimadystirnar hjá 1. mansliði - fyritøkur fáa tvey fríkort
  • Ábit í høllini á Hálsi undan dysti og í hálvleikinum
  • Frágreiðing frá venjaranum um dystaruppleggið
  • Regluligt teldubræv um gongdina í Kyndli


Kyndilsvinir koma eisini eina ferð um árið saman til ein góðan døgurða.