12-10-2017 |

Ársins jóladansur í Høllini á Hálsi

leygarkvøldið 25. novembur

Leygarkvøldið 25. nov. verður ársins jóladansur við ongum minni enn tónleikabólkunum Vágaverk, Hitmen og Páll Finnur Páll. Hetta er eitt upplagt høvið, at lata seg í dansiskógvarnar og svinga til okkara allarbestu tónar.

Hafnia og Kyndil hava eitt pakkatilboð júst hetta kvøldið. Um tú antin bíleggur mat útvið, ella inni í einari av teirra hugnaligu matstovum, og ynskir at keypa atgongumerki til dansin, fáa tit avsláttur á bæði mat og dans. Ring 313233 fyri at bíleggja pakkatilboði.

Men tú ert sjálvsagt eisini meira enn vælkomin bert til dansin. 

Atgongumerki á 300 kr. kunnu keypast við dyrnar og á Kunningarstovuni í Havn frá 20. oktober.

Aftur