13-04-2014 |

Bæði liðini vunnu stórt

Kyndilskvinnur vunnu 26-18 á VB í Havn í gjár, og spælið boðaði frá góðum undan finalunum ímóti VÍF á páskum. Nú bíða vit øll spent eftir avgerandi dystunum. Menninir hava verið flúgvandi við ongum trýsti á sær seinastu dystirnar. Vunnu 29-21 á H71 fyrr í vikuni og 37-23 á Team Klaksvík í gjár. Teir fingu 27 stig í kappingini samanborið við 22 í fjør, so tað var góð framgongd. Vert var at leggja til merkis seinastu dystirnar, at eitt nú Hørður og Bjarni vóru í essinum við nógvum málum. Í gjár varð hendan felagsmyndin tikin av báðum liðunum

Aftur