11-04-2014 | Uni Arge

25 ár síðan oyggjaleikirnar í Føroyum

Í ár fyllir Ítróttasamband Føroya 75 ár, og samstundis eru liðin 25 ár, síðan oyggjaleikirnir vóru í Føroyum. Heili 826 ítróttafólk kappaðust á leikunum frá 5. til 13. juli í 1989, og hetta var størsta ítróttahending, sum hevur verið í Føroyum. Í nýggju bókini “Føroyar framá – ÍSF 75 ár” verður umrøtt, hvussu umfatandi fyrireikingarnar vóru

Í fyrireikingarnevndini, sum fór til verka longu í 1987, vóru Niels Nattestad, formaður, Børge B. Hansen, Marjun Hanusardóttir, Bjarni Wilhelm, Ruben Andresen, Líggjas Joensen, Jón Rasmussen og Martha W. Dalsgaard. Tey hildu nógvar fundir undan leikunum at umrøða, hvussu teir skuldu leggjast til rættis.

Fyrireikingarnevndin hevði fund í Føroyum við nevndina í Altjóða Oyggjaleikasambandinum, IIGA, á ólavsøku í 1988. IIGA-nevndin mælti staðiliga til, at so nógv íðkandi sum gjørligt fingu innivist í Havn undir leikunum, og at kappingar bara kundu fara út um høvuðsstaðin, um lætt var at koma aftur og fram til tær.

Føroyska nevndin gjørdi greitt, at ætlanin var, at oyggjaleikirnir skuldu gerast eitt tiltak fyri allar føroyingar, og at undirtøkan fyri leikunum var stór kring alt landið. Varð bara skipað fyri kappingum í Streymoynni og Eysturoynni, fóru mong at kenna seg svikin. IIGA-nevndin slakaði umsíðir, og avrátt varð, at skipast skuldi fyri kappingum í Havn, Klaksvík, Gøtu, Sandavági, Runavík, á Toftum, í Fuglafirði og á Tvøroyri.

Nógv at gera
Serliga nógv fundarvirksemi var mánaðirnar upp undir leikirnar. Brøv vórðu skrivað til kommunur um skúlar at hýsa ítróttafólkum, løgreglan skuldi kunnast um leikirnar og fyrireika seg til teir, klæðir skuldu gerast til føroysku ítróttafólkini og hjálparfólkini, setanin og endahátíðin skuldu leggjast til rættis, samband skuldi havast við sponsorar, fjølmiðlamiðdepil skuldi skipast í útvarpinum, skrá skuldi gerast, og heiðursmerki, fløgg og plakatir skuldu fáast til vega. Flutningurin millum oyggjarnar skuldi eisini fáast í lag.

Ein serlig fíggjarnevnd varð sett at fáa til vega pengar frá m.a. landinum. Haðani fingust 1,68 mió. kr. Ein onnur nevnd varð eisini sett niður at skipa fyri setanini. Hon fekk 60.000 kr. at ráða yvir. Skráin fyri setanina var nágreinilig. Alt, ið skuldi fara fram á ovara vølli í Gundadali, skuldi henda upp á minuttin.

Leikirnir vórðu settir mikudagin 5. juli kl. 17.00 á ovara vølli í Gundadali. Heðin Mortensen, ÍSF-forseti, Niels Nattestad, formaður í fyrireikingarnevndini, Owen Le Vallée, formaður í IIGA, og Jógvan Sundstein, løgmaður, fluttu fram røður. 826 ítróttafólk úr 15 oyggjum vóru við. Tey skuldu kappast í badminton, borðtennis, súkkling, judo, fótbólti, bogaskjóting, skjóting, flogbólti, svimjing, fimleiki og frælsari ítrótt. Ætlanin var upprunaliga, at kappast eisini skuldi í hondbólti, men ov fá oyggjalond boðaðu frá luttøku.

Til setanina gingu ítróttafólkini úr Gundadalshøllini niðan á ovara vøll. Niels Nattestad segði, at í stuttu søguni hjá oyggjaleikunum frá 1985 vóru mong vinarbond knýtt, og hann vónaði, at uppaftur fleiri fóru at verða knýtt í Føroyum.

“Vit eru øll oyggjafólk, og havið er okkara næsti granni, men tá samanumkemur, eru vit øll serstøk onkursvegna. Føroyar eru ikki bara ein oyggj, men 17 búsettar oyggjar. Tí verða oyggjaleikirnir ikki hildnir á bara einum stað, men fara at verða hildnir á ymsum støðum kring landið. Vit vóna, at hetta fer at gera uppihaldið hjá tykkum uppaftur meira spennandi,” segði hann.

Endaðu nr. 3
Leikirnir vóru sera væl eydnaðir, og fyrsta stadionøkið í Føroyum varð tikið í nýtslu hesar dagarnar. Tað var bygt á Svangaskarði til leikirnar. Samanlagt endaðu Føroyar á 3. plássi og vunnu 13 gullmerkir, fimm silvurmerkir og 10 bronsumerkir. Svimjararnir vunnu flest, judofólkini vunnu næstflest, fótbóltsmenninir og flogbóltsmenninir vunnu gull, og Absalon Hansen vann marathon-kappingina. Eisini vunnu Føroyar heiðursmerkir í frælsari ítrótt, badminton og borðtennis.

Føroyingar hava verið á oyggjaleikum annaðhvørt ár heilt síðan 1985 og ætla, at leikirnir aftur skulu vera í Føroyum 2019. Tá eru longu 30 ár liðin, síðan oyggjaleikirnir seinast vóru í Føroyum, og Ítróttasamband Føroya kann hátíðarhalda sín 80 ára stovningardag.

Alan Brockie tók myndina. Hon er av betri góðsku upprunaliga enn her



Aftur