10-04-2014 |

Menninir best ímóti H71 og VÍF

Ein samanteljing av úrtøkuni hjá besta mansliðnum í ár vísir, at Kyndil hevur havt best tak á H71. Liðið hevur fingið sjey av átta stigum ímóti hoyvíkingum. Tey seinastu tvey stigini komu til høldar í 29-21 sigrinum í gjár í Hoyvík. Ímóti VÍF eru fimm stig vunnin av átta í ár. Verri hevur gingist ímóti Neistanum, har bara tvey stig eru komin til høldar

Kyndil hevur í løtuni 25 stig og er seks stig aftan fyri KÍF, ið kom í finaluna í gjárkvøldið. Høvdu tveir dystir hjá mansliðnum verið vunnir ímóti Neistanum og tveir javnleikir endað við sigri, so var finaluplássið í okkara hondum. Spell, at tað ikki gekk, men í grundini var tað ikki so langt frá. Enn sum áður kunnu vit tó fegnast um steypagullið.

Soleiðis hevur gingist mansliðnum í ár:

Ímóti VÍF:
29/9-13: Kyndil-VÍF 30-29
10/11-13: VÍF-Kyndil 28-23
5/1-14: Kyndil-VÍF 29-25
9/3-14: VÍF-Kyndil 23-23
5 stig

Ímóti Neistanum:
6/10-13: Kyndil-Neistin 26-27
8/12-13: Neistin-Kyndil 30-30
18/2-14: Kyndil-Neistin 28-31
26/3-14: Neistin-Kyndil 29-29
2 stig

Ímóti KÍF:
13/10-13: KÍF-Kyndil 21-24
24/11-13: Kyndil-KÍF 21-30
16/2-14: KÍF-Kyndil 26-26
16/3-14: Kyndil-KÍF 28-33
3 stig

Ímóti StÍF:
19/10-13: Kyndil-StÍF 20-21
1/12-13: StÍF-Kyndil 29-26
13/2-14: Kyndil-StÍF 22-18
23/3-14: StíF-Kyndil 25-38
4 stig

Ímóti H71:
26/10-13: Kyndil-H71 23-20
13/12-13: H71-Kyndil 26-26
22/2-14: Kyndil-H71 27-25
9/4-14: H71-Kyndil 21-29
7 stig

Ímóti TK:
2/11-13: T. Klaksvík-Kyndil 31-24
10/12-13: Kyndil-T.Klaksvík 35-31
1/3-14: T. Klaksvík-Kyndil 19-35
12/4-14: Kyndil-T. Klaksvík
4 stig

Kyndil fekk av álvara luft undir veingirnar í desember, tó at fleiri góðir sigrar vórðu vunnir áðrenn tað. Í januar og februar var liðið helst best av øllum, og hetta rakk til steypasigurin. Síðan gjørdist úrtøkan heldur misjøvn, tó at liðið ongantíð fall so langt niður sum í november, tá ringast stóð til. Her eru úrslitini í kronologiskari raðfylgju:

29/9-13: Kyndil-VÍF 30-29
6/10-13: Kyndil-Neistin 26-27
13/10-13: KÍF-Kyndil 21-24
19/10-13: Kyndil-StÍF 20-21
26/10-13: Kyndil-H71 23-20
2/11-13: T. Klaksvík-Kyndil 31-24
10/11-13: VÍF-Kyndil 28-23
24/11-13: Kyndil-KÍF 21-30
1/12-13: StÍF-Kyndil 29-26
8/12-13: Neistin-Kyndil 30-30
10/12-13: Kyndil-T.Klaksvík 35-31
13/12-13: H71-Kyndil 26-26
5/1-14: Kyndil-VÍF 29-25
13/2-14: Kyndil-StÍF 22-18
16/2-14: KÍF-Kyndil 26-26
18/2-14: Kyndil-Neistin 28-31
22/2-14: Kyndil-H71 27-25
1/3-14: T. Klaksvík-Kyndil 19-35
9/3-14: VÍF-Kyndil 23-23
16/3-14: Kyndil-KÍF 28-33
23/3-14: StíF-Kyndil 25-38
26/3-14: Neistin-Kyndil 29-29
9/4-14: H71-Kyndil 21-29

Aftur