07-04-2014 |

U20-landsliðið: Føroyingar ovfarnir av mótstøðuni

U20-landsliðið kom aftur úr Ísrael í dag, har EM-undankapping var í farnu viku. Føroyar taptu allar tríggjar dystirnar greitt, og Ári Rouch, HSF-samskipari, sum var við á ferðini, sigur, at mótstøðuliðini vóru óvæntað góð

Føroyska U20-liðið royndi seg í EM-undankappingini ímóti Rumenia, Ísrael og Luksemburg. Dysturin ímóti Rumenia varð taptur 32-17. Ímóti Ísrael vóru vónirnar betri, men tann dysturin endaði við 30-23 tapi. Síðsta dystin ímóti Luksemburg var føroyska liðið eitt skifti á odda 12-6, men tapti so 36-25. Síðsta korterið í hesum dystinum sluppu teir, sum ikki høvdu spælt so nógv í kappingini, at spæla.

Ári Rouch sigur, at føroyska ferðalagið hevði ikki væntað, at munurin gjørdist so stórur í øllum dystunum. Kanska kundi hetta væntast ímóti Rumenia, men í European Open í Gøteborg í fjør, har føroyska U19-landsliðið var við, tapti Ísrael ímóti Onglandi, sum er verri enn Føroyar. Føroyingar væntaðu sær tí meira ímóti Ísrael hesaferð, men taptu greitt. Luksemburg var eisini ein ov stórur biti at gloypa.

“Yvirhøvur vóru spælararnir á hinum liðunum tryggari, neyvari og eksplosivari enn okkara. Ivaleyst kemst hetta av, at hini londini hava fleiri spælarar at velja ímillum, men helst venja teirra spælarar eisini miðvísari, so her hava vit nakað at læra. Vit vóru øll eitt sindur ovfarin av støðinum, og í so máta var ferðin ein góð áminning um, hvat krevst av okkum, skulu vit hótta hini liðini,” sigur Ári Rouch.

Hann vísir á, at fleiri av spælarunum á U20-liðnum eru berandi kreftir á liðum í Atlantic Airways-deildini, og hetta sigur eitt sindur um, at støðið í bestu føroysku deildini kundi verið hægri. Ein niðurstøða hjá Ára er, at umráðandi er, at føroysk ungdómslandslið allatíðina eru við í altjóða kappingum, so føroyingar síggja, hvat krevst fyri at standa seg á altjóða pallinum og lyfta støðið á føroyskum hondbólti sum heild.

“Ferðin var annars av besta slag, og vit høvdu tað øll gott í Ísrael. Føroysku spælararnir vóru fyrimyndarliga góðir at arbeiða saman við,” sigur Ári Rouch at enda.


Ári Rouch, HSF-samskipari

Aftur