05-02-2019 |

Nýggj andlit á síðulinjuni komandi kappingarár

Hetta er tíðin at flest øll feløg fyrireika komandi kappingarár.

Nú er tað greitt at Jonas, okkara ungdómsvenjari gevst eftir at kappingarárið er liðugt. Jonas hevur valt at fara niður aftur at gera  útbúgvingina lidna

Martin, sum er venjari hjá monnunum hevur eisini valt at venda nøsina heimaftur í summar.

Síðani at tað gjørdist greitt, at Jonas og Martin gevast, hevur nevndin arbeitt við at finna nýggjar venjarar.

Dentur á kropsliga venjing

Ásannandi at kropslig venjing hevur sera stóran og avgerandi týdning fyri hondbóltspælið, hevur nevndin sett Bárð Guttesen, sum lesur ítrótt og hevur stóran áhuga í kropsliga partinum av ítróttini. Nevndin er sera fegin um at hava fingið avtalu við Bárð, sum burtur av kemur at taka sær av tí kropsliga partinum, eins og at venja barna- og ungdómslið. Bárður hevur í mong ár verið sera íðin í ítrótti so sum kappróðri, fótbólti og hondbólti.

Høvuðsvenjari hjá ungdóminum og OKKARA monnum

Kyndil hevur gjørt sáttmála við Tom Jensen, sum hevur drúgvar royndir sum venjari og ítróttarstjóri í AGF og Ajax København.

Tom kemur m.a. at hava ábyrgd av at víðariføra tann grøna leistin í ungdómsarbeiðinum hjá Kyndli.

Saman við Bárði kemur Tom m.a. at hava ábyrgd av at venja og menna barna- og ungdómsleikararnar hjá Kyndli. Hann skal eisini hava servenjingar við øllum ungdóminum og vera bindilið ímillum ungdómin og vaksin. Tom verður ein partur av venjara toyminum á hondbóltslinjuni í Skúlanum á Fløtum.

Tom verður høvuðsvenjari hjá OKKARA monnum. Tom hevur nógvar royndir sum venjari, m.a. á manssíðuni við fokus á talentmenning. Hann hevur verið høvuðsvenjari og hjálparvenjari í donsku liga’ini, 1. Div. og U16/U18 liga’ini. Eisini hevur hann í fleiri ár verið ítróttarstjóri hjá m.a. 1. Div. kvinnum og ungdómi á Liga niveau.

Vit hava spurt Tom um hví hann tók av møguleikanum

Da kombinations muligheden for at blive Cheftræner for Okkara mandskabet, samt Ungdomsansvarlig i Kyndil opstod, var jeg slet ikke i tvivl. Det var den kobling med at arbejde med de unge talenter, helt nede fra U talenterne og op til seniorholdet, som jeg finder enormt spændende og som jeg har søgt.

Det er også min opfattelse at der i Kyndil, er mange enormt dygtige og engagerede trænere og ledere, sammen med dem, håber jeg vi kan videreudvikle på Kyndils setup, så vi sammen kan tage skridtet endnu videre.

Klubben har også et tilbud til unge, som  gerne vil have håndbold 4 gange ugentligt i skolen, dette er også et setup som jeg ser enormt meget frem til og blive en del af.

Aftur